Skip to content

Eiðiskollur Traditional Cache

Hidden : 8/10/2014
Difficulty:
2 out of 5
Terrain:
3 out of 5

Size: Size:   regular (regular)

Join now to view geocache location details. It's free!

Watch

How Geocaching Works

Please note Use of geocaching.com services is subject to the terms and conditions in our disclaimer.

Geocache Description:

FO: Á Eiðiskolli er frálíkt útsýni. GG:  Ansa eftir gjáunum, ið skera seg inn í Kollin bæði eystanfyri og vestanfyri. Lat ikki børn renna leys! Rokna við 1-2 tímum. EN: From Eiðiskollur is a great view. NB Be careful, as the cliff is right down to sea. Be aware of the gorges, on both sides of Eiðiskollur! Keep children at hand! Plan 1-2 hours.

Føroyskt (in english at bottom) Eftir at bretska hersetingarvaldið 12. apríl 1940 hersetti Føroyar, komu nógvir bretskir hermenn til Føroya. Tá teir vóru flestir, vóru teir eini 8000 í tali – og av teimum búðu um 5000 í Vágum, har teir bygdu sær flogvøll. Tá bretar fóru at gera flogvøll í Vágum í 1942, var samstundis neyðugt at hava betri eftirlit við ferðsluni, bæði á sjónum og í luftini kring Føroyar. Tí varð neyðugt at byggja fleiri radarstøðir fyri at fylgja við. Ein var bygd á Borðuni, sunnast á Nólsoynni, ein á Eiðiskolli, ein í Mykinesi, ein á Trælanípu í Vágum, Ein í Akrabergi í Suðuroy, Ein í Søltuvík í Sandoy, ein við Hoyvíkstjørn í Havn og ein var á Vatnsoyrum. Tá støðin á Borðuni var liðug um várið í 1942 var farið undir radarstøðina á Eiðiskolli. Eiðiskollur er 352 m høgur, so tað var knoss at fáa tilfarið niðan. Umrøtt varð at gera veg niðan á Koll, men henda ætlan varð slept. Í staðin fingu allir eiðismenn arbeiði at bera byggitilfarið niðan. Sandurin varð fyltur í sekkir suðuri á Miðhagasandi (tað er í sjóvarmálanum sunnanfyri bygdina við Ljósá) og førdur til Eiðis við báti. Síðani vóru hesir sekkir bornir niðan á Koll. Einir 100 menn arbeiddu við at byggja radarstøðina uppi á Kolli fyri tímansløn. Hvør maður gekk einar 4 ella 5 ferðir um dagin við byrðu niðan á Koll. Tyngsta takið var at fáa teir tveir motorarnar til elveitingina niðan. Teir vórðu settir á sletur og drignir niðan brekkuna við handamegi. Uppi á Kolli vórðu bygd 3 smá hús. Í einum var hildið vakt og samband við umheimin. Hiðani hiðani fylgdu teir eisini við allari skipaferðsluni norðanfyri. Eitt lítið hús var til motorarnar, og triðja húsið virkaði sum tilhald hjá vaktarmanningini. Ytst á Kollinum, úti á Borgini, var eisini eitt vaktartorn. Her var gott útsýni, bæði vestureftir, norðureftir og eystureftir. 2. desember 1942 varð støðin liðug. Eftir at støðin var liðug, høvdu tveir menn arbeiðið at bera proviant, kol, olju og aðra útgerð niðan. Óli Egilstrøð, handilsmaður og listamálari á Eiði, f. 1916, sigur í bygdarsøgu síni soleiðis: “Tá ið Føroyar undir seinna veraldarbardaga 13. apríl 1940 vórðu hersettar av bretum, vóru fleiristaðir gjørdar fyrireikingar til at verja oyggjarnar. Bretska sjóverjan og loftverjan ella flogdeidin, Royal Air Force, settu tá eina vaktar- og ávaringarstøð upp her á Kollinum. Her við Stongina (sum er ein klettur miðskeiðis á Kollinum) standa bert toftirnar eftir av húsum teirra. Her stóð ein morsistøð, telegraf- radio- og telefonstøð og motorhús við motorum til el-útgerðina, íbúðarhús og kokkhús til matgerð og matarhøll. Tær rundu toftirnar vórðu kallaðar maskinbyrsureiður. Úti a Borgini var bygt eitt tríhæddað torn, sum teir kallaðu Lighthouse, við sterkum rútum rundanum. Tá onkur undraðist á og spurdi, hví ongantíð sást nakað ljós frá hesum vitatorni, varð bara yppað øksl. Nú aftaná vita vit, at her stóð ein av teimum fyrstu radarum, sum tilevnaðir vóru í Bretlandi. Hetta var tá eitt av størstu loyndarmálum, sum hesir 30-40 ungu R.A.F.-hermenn bóru ábyrgd av. Hesir (tó skiftandi) hermenn komu til Eiðis fyrst í desembur 1941 og fóru av stað aftur um somu tíð í 1943.” (Óli Egilstrøð: Úr Eiðis søgu, s. 123f) 36 hermenn frá Royal Air Force vóru knýttir at støðini og høvdu vakt eina viku í senn og búðu annars í bygdini – og komu nógv í samband við bygdarfólkið. Ein genta av Eiði giftist einum kanadiskum hermanni, sum arbeiddi við radarstøðina á Eiðiskolli. Tey búsettust seinni Kanada. Njót frálíka útsýni av Kollinum vestureftir móti Stakkinum og Mýlingi (Streymoy) og eystureftir móti Rivtanga (Eysturoy) og Kallinum (Kalsoy). Keldur: Niels Juel Arge: Stríðsárini 1940-45, 4. bind, Forlagið Hvessingur, Tórshavn 1988. (s. 206ff) Óli Egilstrøð: Úr Eiðis søgu, Grunnurin Lækjan, 2004 (s. 123f) English: During World war 2 Faroe Islands were occupied by Britain on April 12th 1940. During the war, many British soldiers were in the Faroe Islands. At its most, they were around 8000, of these 5000 resided in Vágar, as they built their airport there. When building an airport in 1942, it also became very important to control the traffic at sea and in the air. Hence, they planned building several radar stations around the Islands: one in southern end of Nólsoy, one in southern end of Suðuroy, one in Mykines, one in Sandoy, two in Vágoy near the airport, one in Tórshavn and one in Eiðiskollur. The construction at Eiðiskollur started in spring 1942 and the station was finished December 2nd 1942. The mountain Eiðiskollur is 352 meter high, so it was hard work to bring the construction material to the top of the mountain. Building a road was discussed, but instead every adult man in Eiði got a job carrying sand and cement for the concrete every day in the summer and autumn of 1942. The sand was dug up and filled in sacks at the shore south of the village Ljósá. They then transported it with boats to Eiði and carried it to the top of the mountain Eiðiskollur. Around 100 men had their daily job carrying construction material for the radar station during summer and autumn 1942, paid per hour. Each man made four or five trips each day. The hardest job was to transport the two engines for the electric support to the mountain top. The engine was put on a sledge and pulled to the mountain top by hand. On top of the mountain Eiðiskollur there were built three houses. One was for guard keeping and communication. From here they kept an eye with the ocean north of the Faroe Islands. One house was for the engines and one house was for the personnel. At the northernmost top there was a watchtower too. From here there was a very good view towards vest, north and east. Dec. 2nd 1942 the construction of the radar station was finished. Afterwards two men had their daily job carrying food, coal, oil and other supplies for the station. The local grocer and painter, Óli Egilstrøð, b. 1916, tells in his village history: “When Faroe Islands during Second World War on april 13th were occupied by the british, they prepared many places for the defence of the Islands. The British navy and air defence or the air department, Royal Air Force, then placed a waching and alarming station her on Eiðiskollur. Her at Stongin, (the cliff on the mid of Eiðiskollur) are now only the ruins of their houses. Here was a morsing, telegraph- radio- and telephone station and enginehouse with the engines for the electric equipment and house for dwelling and cooking. The round ruins were called machine-gun nests. On the northernmost highest point there was built a tower in three floors, which they named “The lighthouse” with solid windows all way round. When somebody wondered and asked why there never was light in the lighthouse, they just shrug their shoulders. Now afterwards we know that here was placed one of the very first radars built in Britain. This was at that time a very serious secret, which these 30-40 young R.A.F.-soldiers were responsible fore. These (though changing) soldiers came to Eiði early in december 1941 and left at the same time in 1943.” (Óli Egilstrøð: Úr Eiðis søgu) In total 36 soldiers form Royal Air Force worked at the radar station. They had their watch for one week at a time, and else they lived in the village in good relations with the local residents. After the war one girl from the village Eiði was married to a Canadian soldier, working at the radar station, and they settled in Canada. Enjoy the wonderful view to the west towards Stakkkur og Mýlingur (Streymoy) and to the east towards Rivtangi (Eysturoy) and Kallur (Kalsoy). Sources: Niels Juel Arge: Stríðsárini 1940-45, 4. bind, Forlagið Hvessingur, Tórshavn 1988. (s. 206ff) Óli Egilstrøð: Úr Eiðis søgu, Grunnurin Lækjan, 2004 (s. 123f)

Additional Hints (Decrypt)

Va pbeare

Decryption Key

A|B|C|D|E|F|G|H|I|J|K|L|M
-------------------------
N|O|P|Q|R|S|T|U|V|W|X|Y|Z

(letter above equals below, and vice versa)