A short version of the folktale on “Gívrinarspor” is below
FO: Cachurin er millum stóra steinin, sum sandoyarkonur hava bundið uppá, so hann nú er latin í eitt listaverk – og Gívrinarspor, sum í vegjaðaranum. Bundna listaverkið er ikki grundað á ávísa søgn, men er sprottið úr ítrivi hjá konum í Sandoy seinastu vetrarnar.
FO: Søgnin um Gívrinarhol í Sandoy:
Fyri vestan Sandsbygd er eitt stórt hol niður í jørðina, sum kallast “Gívrinar hol”; undir tí býr ein gívur.
Tað er manna søgn, at maður fór heiman av Sandi og niður á botn á holinum at finna gívrina. Hann kom væl fram sína ferð og sá har yvirvaksna kelling standa og mala gull á eini kvørn; eitt lítið barn sat inni hjá henni og spældi sær við eitt gullkelvi. Kellingin var blind, og tí hætti maðurin sær so spakuliga fram at kvørnini og tók til sín av gullinum, ið hon mól.
Gívurin hvørki sá ella hoyrdi nakað til hansara, men kendi tó á sær, at okkurt ilt mundi vera á ferð og mælti tí: “Annaðhvørt er tað músin, ið melur, ella tjóvurin, ið stjelur - ella ruggar henda gamla ikki rætt”. Maðurin fór nú frá henni við gullinum, tók gullkelvið frá barninum og sló tað í heysin; tað fór tá so sárt at gráta. Nú, gívurin hetta hoyrdi, grunaði hon ilt og sprakk á føtur, trilvaði eftir honum um alt hellið, men fann ongan, tí at maðurin var tá longu sloppin upp úr holinum, stigin á hestin og tvísporaði sum skjótast heim við gullinum.
Gívurin rópaði tí sum harðast eftir grannkonu síni, segði henni frá sínum vanda og bað hana hjálpa sær at taka tjóvin. Hon var ikki sein á føtur at renna eftir honum, ginaði tvørtur um vatnið so fast, at fótasporini síggjast enn í steinunum hvørt spor sínumegin vatnið, og kallast tey “Gívrinar spor”.
Hann var komin so væl framman undan, at langt var ímillum teirra, til tess hann kom á Vølismýri, tá var hin gívurin komin honum so nær, at hon náddi at tríva um halan á hestinum, og hon slepti honum ikki, men steðgaði hestinum í ferðini; maðurin koyrdi so hart undir hestin, at hann sprakk fram eitt lop, men halin slitnaði frá, tí at gívurin var føst á fótum og orkaði at halda ímóti; hesturin datt, og maðurin fram av honum - tá sást kirkjan, og maðurin var bjargaður, og gívurin, sum tá einki vald hevði á honum, mátti við tí skili venda aftur.
Enn hoyrist yvir “Gívrinar holi”, hvussu hin gamla blinda gívurin melur gull í tí djúpa hellinum.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891
EN: The folktale of the Gívrinarspor
Once upon a time a man from Sandoy went down in the Gívrinarhol “the witch hole”, which is west of Gróthúsvatn. In the hole he saw a blind witch grinding gold, and a child playing with some gold toy nearby. He silently took some gold, but the witch, even though she couldn’t see him, felt something was wrong and said: “Either the mouse is playing or a thief is stealing.” The man then was in a hurry to get as much gold as possible, he even took the golden toy from the child and then punched the child with the golden toy and rode away with his horse as fast as possible. The witch, who couldn’t find the man, called her neighbour witch for help, and she run after the man. When she straddled across the lake, her foot hit this stone “Gívrinarspor”, and hence her footprint still is in the stone.
A moment later she could reach the horses tail and hold so strongly, that the tail broke apart from the horse. The horse stumbled, and the man fell off the horse. But in that moment they could see the church, and the man was saved, as the witch had no power over him anymore.
From: V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891